Fekk 7-8 krónur fyri makrel undan Føroyum í 2009

Nógv hevur verið gjørt burtur úr, hvørt tað loysir seg at fiska makrel undir Føroyum um summarið og virka fiskin til matna. Hetta er tíðin, tá fiskurin er fullur í æti, feitur og bleytur. Í fjør summar gjørdi verksmiðjuskipið Norðborg eina roynd, og Sosialurin hevur spurt skiparan á túrinum, Jón Rasmussen, hvussu henda royndin eydnaðist

MAKRELUR

Í seinastuni hevur nógv verið gjørt burtur úr spurninginum um makrel í føroyskum sjógvi – og um okkara býtispart í avtaluni, sum vit hava havt við Noreg og ES um makrel.
Tað var Sosialurin, sum tíðliga í hesum árinum av álvara byrjaði at varpa ljós á hetta mál og vísti á, at óvanliga nógvur makrelur hevur verið í føroyskum sjógvi seinastu árini.

Royndir við dyrging
Tíðliga í vár endurgóvu vit úr eini stuttari frágreiðing, sum Kristian Zachariassen á Havstovuni hevur skrivað um royndir við dyrging eftir makreli, har hann tosaði við menn, sum veiddu makrel við dorg í fjør summar.
Í byrjanini snúði skrivingin seg mest um møguleikarnar hjá útróðrarflotanum at fáa nakað burtur úr hesum tilfeingi, nú útróðrarflotin seinastu árini ikki hevur havt tað best, tí toska-og hýsuveiða hava verið heldur svikalig.
Sum tíðin leið, og nýggjar samráðingar skuldu vera millum strandalondini um framhaldandi avtalu um býtið av heildarkvotuni av makreli, kom í ljósmála, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, neyvan fór at góðtaka, at Føroyar framhaldandi fóru at góðtaka at fáa sløk 5% av hesi heildarkvotuni. Landsstýrismaðurin er als ikki nøgdur við, at Noreg og ES stinga av við allari restini av eini heildarkvotu kvotu upp á umleið 570.000 tons.

Eingin nýggj avtala
Makrelavtalan millum strandalondini gekk út við ársenda í 2009, og tað merkir, at tá samráðingar skuldu verða aftur í Reykjavík í mai í ár, var eingin avtala millum londini.
Orsakað av floglíkindum, nú øska so dúgliga ferðaðist í luftini úr Íslandi, vórðu samráðingarnar útsettar nakrar ferðir, men umsíðir eydnaðist pørtunum herfyri at hittast í London.
Landsstýrismaðurin helt fast um ein størri kvotupart, men Noreg og ES vildu ikki tilluta Føroyum tey umleið 15%, sum landsstýrismaðurin hevur lagt upp til skal vera okkara partur.
Samráðingarnar slitnaðu, og Føroyar fara nú at áseta sær eina eginkvotu av makreli fyri 2010, samstundis sum landsstýrismaðurin fer at áseta í kunngerð, hvussu stór henda kvota verður, og hvussu hon skal býtast millum skipabólkar.
Landsstýrismaðurin hevur sagt, at nótaskipini helst fáa umleið ein helming av meirkvotuni, meðan aðrir skipabólkar og útróðrarflotin fáa hin helmingin.

Nótaskip órógvast
Einir seks ymiskir skipabólkar hava sagt seg taka fult undir við, at landsstýrismaðurin ásetir Føroyum eginkvotu av makreli í ár, og áhugin fyri hesum tilfeingi er so stórur, at einar 40 umsóknir nú liggja í fiskimálaráðnum um at sleppa at fiska makrel í føroyskum sjógvi í 2010.
Einasti skipabólkur, sum er órógvaður av støðuni, er Felagið Nótaskip sum heldur, at Føroyar í fyrsta lagi áttu at samráðst við hini strandalondini hetta árið aftrat, samstundis sum roynt verður at fáa til vega haldgott skjalatilfar um makrel í føroyskum sjógvi.
Um summarið, tá makrelur stendur í føroyskum sjógvi, er hann feitur og bleytur, tí hann er fullur av æti, og tí meta nótaskipini, at tað loysir seg líka væl at halda seg til avtaluna, sum eisini merkir, at føroysk skip kunnu fiska makrel í norskum- og ES-sjógvi um heystarnar, tá fiskurin er bestur, og mest kann fáast fyri hann.
Felagið Nótaskip er samt við landsstýrismanninum um, at Føroyar eiga ein størri lut í felagskvotuni av makreli, nú fiskurin í størri mun kemur um okkara leiðir, men tey stuðla ikki landsstýrismanninum í, at Føroyar longu í ár taka seg burtur úr strandalandasamstarvinum og áseta sína egnu kvotu.

Royndir við Norðborg
Ein spurningur, sum hevur verið nógv frammi í seinastuni er, hvørt tað loysir seg at virka makrel til matna, sum er veiddur í føroyskum sjógvi um summarið.
Í fjør summar fingu trý skip 1500 tons tilsamans – ella 500 tons í part – til royndir eftir makrel í føroyskum sjógvi. Hetta varð tikið burtur av heildarkvotuni, sum Føroyar áttu í sínum parti sambært strandalandaavtaluni.
Norðborg, sum er framleiðsluskip, fór at partrola saman við Fagrabergi, og síðan gjørdi eisini Finnur Fríði sínar royndir.
Jón Rasmussen var skipari á Norðborg á hesum túri, sum byrjaði beint fyri hálvan juli mánaða í fjør og vardi til ólavsøku.
- Túrurin, sum vardi einar 12-14 dagar, vísti, at nóg mikið var at fáa av fiski til okkara framleiðslu. Vit byrjaðu norðuri móti markinum og fingu fisk beinanvegin. Veiðan var ein blandingur av makreli og sild, har umleið 2/3 av veiðini var makrelur og stívliga 1/3 sild. Makrelurin var rímiliga stórur her norðuri, umleið 440 gr. í miðal. Seinni á hesum sama túri vóru vit eisini syðri í føroyskum sjógvi. Tá var eingin hjáveiða av sild, men makrelurin var hinvegin væl smærri, umleið 350-370 gr. í miðal, sigur hann.

1300 tons tilsamans
Jón Rasmussen sigur, at teir á hesum túri fingu nóg mikið av fiski til ta framleiðsluorku, sum Norðborg hevur.
- Vit fingu eini 120 tons í lastina um samdøgnið eftir tóv í einar 4-5 tímar, og tað er góð veiða. Vit brúktu soleiðis ikki so langa tíð til at fáa ta veiði, vit skuldu hava til okkara framleiðslu.
Skiparin sigur, at túrurin tilsamans gav 1300 tons, harav 800 tons var skráskorin og heilfrystur makrelur og umleið 500 tons var sildafløk.
- Vit fingu einar 7-8 krónur fyri kilo fyri skráskornan makrel, sum er ein lutfalsliga nýggj vøra. Íslendingar, sum eisini veiddu nógvan makrel í íslendskum sjógvi í fjør, gjørdu tað sama sum vit – ella vit tað sama sum teir, kunnu vit siga.
Jón Rasmussen sigur, at til samanburðar kann nevnast, at Norðborg fyri rundan og óvirkaðan makrel, veiddur í norskum ella ES-sjógvi um heystarnar, kunnu fáa sama prís og meiri enn fyri skráskornan og pakkaðan makrel, veiddur í føroyskum sjógvi um summarið.
- Hetta merkir, at vit kundu fáa tað sama og meiri fyri rundan og óvirkaðan makrel – enn fyri virkaðan og pakkaðan makrel úr føroyskum sjógvi. Orsøkin er, at tá makrelurin stendur í føroyskum sjógvi um summarið, er hann fullur av æti – og er bleytur.

Vænta lægri prís
Skiparin sigur, at teir á túrinum í fjør summar eisini koyrdu nakrar makrelar ígjøgnum maskinurnar fyri at vita, um fiskurin var egnaður til flak, men fiskurin var alt ov bleytur og leysur í kjøtinum til tess.
Jón Rasmussen sigur, at keyparar fylgja væl við, hvussu útlit eru, og nú Ísland og Føroyar kunnu væntast at koma út á marknaðin við stórum nøgdum av makreli í summar og til heystar, er hugsandi, at prísirnir fyri lidnu vøruna ikki verða so frægir, sum teir, ið vit fingu fyri fiskin í fjør summar.
- Eg vænti, at tey skip, sum fara at fiska makrel upp í tangar í summar, eisni fara at fáa ein trupulleika, og eg ivist í, um tað yvirhøvur fer at bera til at fáa fiskin í líkinda standi til lands, sigur Jón Rasmussen, sum vit fara at venda aftur til í blaðnum mánadagin.