Fekk 640 ára fongsul

Fyrrverandi argentinski heryvirmaðurin Adolfo Scillingo hevur fingið 640 ára fongsul fyri fólkamorð, yvirgang og fyri at hava pínt fangar undir hernaðarstýrinum hjá Augusto Pinochet, forseta.

Adolfo Scillingo bleiv stevndur fyri ein dómstól í Madrid, og hann er tann fyrsti, sum er ákærdur í Spania fyri at hava brotið mannarættindini í einum øðrum landi. Hann bleiv eisini dømdur í Madrid. Rætturin staðfesti millum annað, at hann hevði tveitt 30 livandi fangar úr einum flogfari niður í havið.

Ákæruvaldið kravdi hann dømdan meiri enn 9.000 ára fongsul.