Japanska hvalaveiðiskipið ?Nisshin Maru? kemur til Tokyo í dag av hvalaveiði í Suðuríshavinum. ?Nisshin Maeu? hevur verið á vísindaligari hvalaveiði, og við sær úr Suðuríshavinum hevur skipið 508 hvalir, sum nú skulu kannast, áðrenn tvøstið verður etið.
Japanska hvalaveiðan hevur møtt stórari mótstøðu, og myndugleikarnir hava bannað tíðindafólki at koma oman á bryggjuna, har ?Nisshin Maru? leggur at.
?Nisshin Maru? hevur verið í altjóða fjølmiðlunum fleiri ferðir í seinastuni. Fyrst doyði ein av manningini, og seinni rak skipið fyri vág og vind, og vandi var fyri oljudálking.