Fekk 315 ára fongsul

Í amerikanska statinum Indiana hevur ein maður fingið 315 ára fongsul fyri at hava gjørt barnapornografiskt myndatilfar og fyri at hava lagt myndirnar út á alnótina.

Í rættinum viðgekk tann 25 ára gamli David Bostic at hava tikið myndir av fimm børnum, sum vóru millum tveir mánaðir og fýra ára gomul. Hann viðgekk eisini, at hann hevði lagt myndirnar út á alnótina.

Ein talsmaður hjá samveldisløgregluni FBI sigur, at hetta er eitt tað mest álvarssama málið av hesum slagnum í USA nakrantíð, og ákærin í Indiana, Joseph Hogsett, lýsti David Bostic sum ein av teimum ringastu brotsmonnunum, sum hava verið í rættinum har.

-Eingin fongsulsrevsing kann endurrinda tað, sum Bostic hevur gjørt, segði Lanny Breuer, løgmálaráðharri í Indiana, tá dómurin var fallin.