Fekk 20 daga fongsul

Maðurin, sum tann 2. juni leyp inn á vøllin eftir dómaranum, tá Danmark og Svøríki spældu fótbóltslandsdyst, fekk herda revsing, tá málið hjá honum í gjár var fyri í eystara landsrætti. Undan hesum hevði maðurin fingið 30 daga treytað fongsul. Tann dómin var ákærin ikki nøgdur um, og tí varð dómurin kærdur til eystara landsrætt, sum broytti dómin til 20 daga treytaleysa fongsulsrevsing.