Neyvan nakrastaðni í Føroyum er so nógvur líri sum í Skúvoy. Í Føroyum eru eisini onnur góð líralond, eitt nú í Sandoynni, Stóru Dímun, Koltri og Trøllhøvda.
Líri er eisini á fleiri øðrum plássum enn hesum nevndu, men frætt er ikki um, at talið aðrastaðni er líka so stórt sum eitt nú í Skúvoy.
Skúvoyingar taka lírar við lykt frá 10. september og eina viku fram, og í gjárkvøldið fekk ein maður 174 lírar. Hetta er tó ikki tað mesta, sum maður hevur fingið, tá hugt verður aftur ígjøgnum árini, men 174 lírar er eitt gott kvøld hjá einum manni.
Í Skúvoy verða einir 1000 lírar tiknir hesa vikuna, nú menn fara á líraveiði við lummalykt á kvøldi.
Meginparturin av fuglinum, sum skúvoyingar veiða, fer til húsbrúks - og so kanska til at geva familju, vinum og kenningum. Tað er heilt óbetýðiligt, sum verður selt - um tað yvirhøvur er nakað.