Feitur makrelur kemur væl við hjá Havsbrún

Í løtuni er makrelurin av tí allar feitasta og er tískil ikki væl egnaður til frysting á føroysku uppsjóvarvirkjunum.

 

Seinastu dagarnar hevur Havsbrún í Fuglafirði tikið ímóti umleið 10.000 tonsum av makreli frá uppsjóvarskipum.

 

Føroysku skipini, eini 7-8 í tali, fiska í løtuni í altjóða sjógvi norðanfyri. Fiskiskapurin hevur verið misjavnur, og tað er langur vegur at sigla.

 

Í løtuni er makrelurin av tí allar feitasta og er tískil ikki væl egnaður til frysting á føroysku uppsjóvarvirkjunum.

 

Men, tá makrelurin er feitur, er hann bara enn betur sum rávøra til laksafóður í framleiðsluni hjá Havsbrún. 

 

Makrelur kann broytast knappliga, bæði tá hann veksur í fiti, og tá fiskurin aftur verður meira fastur og væl egnaður til frysting. 

 

- Hóast fiskurin er feitur, er hetta góð rávøra í okkara framleiðslu, og hetta er rávøra, sum kemur væl við hjá okkum. Tá fiskurin er feitur, fáa vit bæði lýsi og turrevni burtur úr honum.

 

Tað sigur Odd Eliasen, stjóri í Havsbrún.

 

Spurdur, nær hann væntar, at uppsjóvarskipini aftur kunnu landa makrelin til frystingar á uppsjóvarvirkjunum, sigur hann, at tað kann verða nær sum helst, tí eisini hesa tíðina broytist fiskurin skjótt.

 

Hóast skipini altíð vilja fiska so reint sum tilber, skilst, at nakað av sild eisini hevur verið upp í pørtum av makrelveiðini í altjóða sjógvi norðan fyri, men hetta verður eisini tikið sum gott tekin um góðan sildaárgang. 

 

Tað er ikki vanligt, at Havsbrún keypir nakrar serligar nøgdir av makreli til sína framleiðslu, men í løtuni er marknaðurin góður fyri bæði mjøl og lýsi, og tískil er virkið eisini rættiliga kappingarført í prísi um ráfiskin.

 

Makrelurin, sum nú verður landaður til Havsbrún, kemur út aftur sum laksafóður, og her fara bæði høvd, innvølur og bein upp í framleiðsluna.

 

Odd Eliasen, stjóri í Havsbrún, vísir á, at fyri hvørt kilo av makreli, sum virkið keypir til sína fóðurframleiðslu, fæst meira enn eitt kilo av laksi út aftur í hinum endanum, sum hann tekur til.

 

##med2##

 


 

 

Fyri hvørt kilo av makreli til laksafóður, fæst meira enn eitt kilo av laksi út aftur í hinum endanum.