Feitasta kvir tiltakið í Føroyum

Perlan í Tórsgøtu er í ár karmur um eitt tað feitasta kvir tiltakið í landinum, tí leygarkvøldið 9. septembur kl. 22, verður aftur skipað fyri GENDER BENDER.

Tað er í sambandi við Faroe Islands International Minority Film Festival (FIMFF), at ein ordans veitsla verður hildin. Hetta er 5. árið á rað, at GENDER BENDER er á skránni, og hevur tað verið sera væl móttikið á hvørjum árið.

 

Stutt síðani kunngjørdi FIMFF skránna á sosialu miðlunum. Tað er ein sera áhugaverd og fjølbroytt skrá í ár við bæði útlendskum og føroyskum nøvnum. Listafólkini, ið koma at vitja til GENDER BENDER, eru:

 

FALITO (NO)

NABI YEON GEISHA (NO) LESBISK LYD (DK) SIRIOUSLY (FO)

 

##med2##

 

Mynd: Falito, sum verður við til Gender Bender 9. sep.

 

Um listafólkini

 

Í ár sleppa vit at uppliva Peruvianska-norska listafólkið, FALITO (NO), sum er eitt natúrtalent frá ungum árum og hevur skapt ein persón ólíkum øðrum, vit kenna frá norska poppheiminum. Við íblástri úr hyperpoppheiminum, poppmentan og egnum upprunaarvi, hevur Falito skapt eina framtíðar-popphetju við yvirmenniskjaligari orku á pallinum og hugtakandi songframførslum.

 

##med3##

 

Mynd: Nabi Yeon Geish

 

Eisini úr Norra kemur drag-listafólki, NABI YEON GEISHA (NO), ella Remi J. Hovda, sum hevur eitt skeið, ið kallast “The Art of Drag”, og starvast eisini sum drag í listabólkinum Princessilicious og sum framleiðari í Norwegian Drag Productions. Harumframt er hann fyriskipari fyri festivalin

 

Oslo Drag Festival. Alter ego hansara, Nabi Yeon Geisha, uppstendur, har søgukynstur, drag og framførsla møtast.

 

##med4##

 

Mynd: Laura Sadjadi, handan Lesbisk Lyd (DK). Mynd: Siriously (FO / drag queen)

 

LESBISK LYD (NO), bjóðar okkum eina "syng við for helviti" framførslu, við iblástri frá gamla politiska songarvinum frá kvinnurørsluni og øðrum rákum, vit dáma. Við støði í lægsta lesbiska felagsnevnaranum og sannføringini um, at øll kunnu syngja seg lesbiskan - ella í hvørt fall royna.

 

SIRIOUSLY (FO) kenna vit øll úr ymsum samanhangum, sum drag queen, framførara, sangara, aktivist og almennan talara. Hon er altíð stuttlig og ágrýtin á palli og hevur enntá framført hvørt ár til Gender Bender.

 

Tað er 18 ára aldursmark og atgongumerki fáast til keyps á

 

torsgota.fo/tiltok/gender-bender/