"Feitar Tíðir!" – sangleikur um 80'ini

Upptøkuroyndir verða í Hoydølum 20. og 21. august, og frumsýning verður 11. november.

Nú nærkast, at Glasir, Tórshavnar Musikkskúli & Rytmiska kórið í Hoydølum fara at seta upp ein sangleik í Norðurlandahúsinum.

 

Leikurin í ár er føroyskur og nýskrivaður, og hann snýr seg um Føroyar og føroyskan ungdóm í lit-og hendingaríku 80-unum. Tónleikurin verður kendur føroyskur 80-ára tónleikur, nýtulkaður og nýútsettur.

 

Fyri leikstjórn og koreografi hava Jákup Veyhe og Kristina Sørensen Ougaard staðið, og leikritið hava Jákup Veyhe og Hans Tórgarð skrivað.

 

Frumsýningin verður 11. november, og upptøkuroyndir verða í Hoydølum 20. og 21. august fyri tey, ið hava hug at royna seg á palli sum sangarar, sjónleikarar og dansarar.

 

- Freistin at melda seg til upptøkuroynd er fríggjadagin, 19. august klokkan 12 á telduposti Sangleikur2016(at)gmail.com sigur fyrireikingarbólkurin.