Arbeiðsgevarin er góður. Maskinmeistarafelagið og Fíggjarmálaráðið.
Ein av fyrstu døgunum kemur so rokningin frá Peturi Zachariassen og Peturi Joensen, sum mekla millum Pedagogfelagið og hini í samtakinum og Fíggjarmálaráðið og Kommunusamskipanina. Hvussu stór hendan rokningin verður, vita vit ikki enn. Men seinast, hesi feløg samráddust, fingu semingsmenninir, Terji Sigurðsson og Hákun Steingrímsson 440.000 krónur.
Tímalønin er 1.500 krónur. Tað svarar til, at semingsmenn royna semju í einar 12-15 tímar fyri at fáa eina miðal mánaðarløn hjá einum pedagoghjálparfólki.
Arbeiðsgevarin hjá semingsmonnunum eru fakfeløgini í Fakfelagssamstarvinum og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Meðan Maud Wang Hansen gevur Heðin i Mortensen av grovfíluni, tí at hann er farin til Danmarkar í fínt selskap, so rindar hon fegin tveimum monnum 1.500 krónur um tíman fyri at »gloyma krúlluna« hjá Pedagogum.
Hvussu ber tað til, at fakfelagsfólk glaðbeint gjalda slíkum fólkum fimtan faldaða tímaløn hjá sær sjálvum? Er tað ikki tekin um vantandi sjálvrespekt?