Í Vikuskiftis Sosialinum í farnu viku varð skrivað um feilmedisinering í føroyska sjúkrahúsverkinum. Tí meðan tað er ein sannroynd, at feilmedisinering kemur fyri, so eiga vit eingi hagtøl fyri, hvussu ofta slíkt hendir, hví tað hendir, ella hvussu álvarsligar avleiðingarnar av tí eru.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum sigur, at hetta er ein trupulleiki, sum tey eru varug við.
- Í síðstu viku varð lógaruppskot einmælt samtykt, sum millum annað viðførir, at vit fáa eina lógartryggjaða skrásetingarskipan í sjúkrahúsverkinum. 1. januar 2018 verður tað tí so, at alt slíkt skal skrásetast og síðani skulu tølini viðvirka til at betra um tryggleikan hjá sjúklinginum, sigur Sirið Stenberg.
Landsstýriskvinnan vísir eisini á, at hetta er nýggjasta betringin í einari røð av fleiri átøkum, sum hava havt sama endamál. Tí fakfólk frá Apoteksverkinum hava verið á Landssjúkrahúsinum og kannað heilivágshandfaring við tí fyri eyga, at tryggja sjúklingarnar betur. Eisini verður so í nýggja bygninginum undir LSH, at sjúklingar fáa einastovu. Hetta viðførir, at kjansurin fyri at taka skeivan heilivág verður munandi minni.
- Vit hava eisini givið Landslæknanum størri heimildir soleiðis, at stovnurin framyvir kann fara inn at kanna ávís øki. Í dag er tað so, at Landslæknin einans kann fara upp í mál, sum eru kærd til stovnin. Framyvir skal Landslæknin eisini av sínum eintingum fara inn og varpa ljós á ymisk øki í heilsuverkinum, sigur Sirið Stenberg.
Víðari greiðir hon frá, at sama heilivágsátak eisini sett í verk á trimum ellisheimum í landinum. Fakfólk frá Apoteksverkinum eru í skrivandi stund á trimum ellisheimum fyri at kanna samansetingina av heilivágum hjá búfólkum, hvussu heilivágur verður handfarin og so framvegis. Ætlanin er, at hendan royndarverkætlanin skal víðkast til øll ellis og røktarheim í landinum.
- Vit ásanna, at heilivágur er ein sera stórur og týðandi partur av viðgerðini í heilsuverkinum, og tí er umráðandi, at vit trygt og skilagott handfara hendan partin, sigur landsstýriskvinnan.










