Feiðraðu aldursforseta við lagkøku

Aldursforsetin og ein av ábyrgdarunum í undirhúsinum á Strondum varð á altjóða kvinnudegnum leygardagin feiðraður við lagkøku

Tað eru longu fleiri ár síð­an, at vit fingu tey fyrstu undir­húsini kring landið, og sein­nu árini eru fleiri komin aftr­at.
Ymiskt er, hvussu hesi undir­hús verða rikin, og ymiskt er eisini, hvussu tey vera vitjað.
Nú skulu vit ikki fara út í smálutir, tá vit ikki vita neyvt, hvussu er kring alt landið, men eitt nú í báta­felags­húsinum á Bakka á Glyvr­um koma bæði yngri, til­komn­­ir og eldri menn inn á gólvið - og á Toftum, har undirhúsið enn bert hev­ur nøkur ár á baki, hava teir enntá eitt sangkór, sum lut­tek­ur við ymisk høvi.

Undir-og yvirhús
Í Skopun hava teir eisini undir­hús - og hurðin beint hin­u­megin og í sama bygningi er yvir­húsið, har skrivstovan hjá bygdarráðnum heldur til.
Í Skálavík er eisini undir­hús, og her eru bæði gamlar og nýggjar myndir, sum gera hølini hugnalig og við­kom­andi fyri tey, sum vitja inn­ar.
Tað eru fleiri aðrar bygdir sum hava undirhús, summi eru nýggjari, og summi hava ver­ið í fleiri ár.
Felags fyri undirhúsini er, at tað eru eldri menn, sum savnast til kaffi, prát og samveru. Hetta er serliga fyrra­partar, men onkrastaðni verð­ur so vitjað inn aftur á gólv­ið, sum seinnaparturin gong­ur.

Georg aldursforseti
Á Strondum er undirhúsið lut­fals­liga nýtt, men sum skilst hevur húsið í bygdini fing­ið góða undirtøku, síðan tað læt upp.
At aldursforsetin í undi­r­h­úsi­num á Strondum og ein av ábyrgdarunum á altjóða kvin­nu­degnum fylti 91, sigur okk­um, at teir gomlu eisini taka væl undir við hesum til­taki.
Aldursforsetin, Georg Abra­ham­sen, fylti nevniliga 91 ár leygardagin, og hetta varð sjálvsagt feiðrað við góð­ari lagkøku.