TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tær seks samrøðurnar, sum vóru í tí spontana "Triðja Hálvleikinum" á Rás2, sum var stáplaður upp á beinini í samband við søguliga bragdið hjá føroyska U21 manslandsliðnum í hondbólti, sum aftaná sigrar á Finnlandi, Sveis og Ìsrael vann seg í HM-endaspælið, sum tað fyrsta føroyska liðið í liðítrótti nakrantíð.
Ringt var til pápar til spælarar, sum eisini eru venjarar, annan venjara, umboð fyri HSF, ein fjeppara og hallarvarparan hjá HSF.
Prátini í sendingini koma í hesari raðfylgjuni :
1) Ásbjørn Nielsson Nattestad, landsliðsfjeppari og umsitari av "Hondbóltskjak" á Facebook.
2) Jan Ottosen, fyrrverandi venjara hjá KÍF og VÍF.
3) Hallur Danielsen frá landsliðsnevndini hjá HSF.
4) Claus Rasmussen, sum er pápi Teis Horn Rasmussen, sum spælir á føroyska U21 landsliðnum. Claus er eisini venjari.
5) Otto I. Jacobsen, hallarvarpara hjá HSF.
6) Pole J. Hansen, sum er pápi Kjartan Johansen, sum spælir á føroyska U21 landsliðnum. Pole er eisini ein væl kendur venjari.