Fegnir í nakrar tímar

Nýggjur venjari hjá EB/Streymi er Sigfríður S. Clementsen, og hann fegnaðist sjálvandi, tá tað í gjár eydnaðist liðnum at fara úr Runavík við trimum stigum

Fótbóltur

 

Undan árinum varð EB/Streymur mett millum favorittarnar, men spælið higar til hevur kanska ikki verið so heilt sannførandi. Kanska eisini, tí ein nýggjur venjari sjálvandi hevur síni hugskot, sum hann vil hava við í spælið hjá liðnum.

- Tað veit eg nú ikki. Talan er ikki um tær heilt stóru broytingarnar, men nakrar tillagingar eru sjálvandi. Fyrstu dystirnar hevur tað tó verið mest týdningarmikið, at vit klára at skava nøkur stig saman. Tað eru tey, sum telja, og tí fegnast vit um hesi, sigur Sigfríður.

Í so máta var fagnaðurin um stigini í gjár kanska eyka stórur, og tað viðgekk venjarin eisini.

- Partvíst er tað mátin, sum vit gera tað uppá. Fyri steðgin gongur kanska javnt á, men eftir steðgin skapa vit okkum fleiri fleiri 100% møguleikar, og tí var sigurin fult uppiborin. Og ikki minst er tað gleðiligt, at vit vinna somikið sannførandi, hóast okkum vantar bæði Egil á Bø og Mikkjal Thomassen. Tað sigur nakað um, hvussu sterkur hópurin er.

Partur av broytingunum hesa ferð var, at Sorin Anghel spældi í miðverjuni, og á høgra bakki fekk Dánjal Davidsen fyri fyrstu ferð møguleikan frá byrjan. Og báðir spælararnir fingu eisini stórt rós frá venjaranum.

- Sorin er fantastiskur, og Dánjal ger tað framúr væl, so har er nógv at gleðast um. Og tað kunnu vit so gleðast um í nakrar tímar, men heldur ikki meira. Vit hava dyst móti B71 um vikuskiftið, so tankarnir skulu sum skjótast vendast tann vegin, sigur Sigfríður.