TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:
1) Samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi á Rás2 við Sigmund Nolsøe, sum skoraði eitt mál fyri H71, tá H71 tapti 25-26 (10-13) ímóti KÍF í Kollafirði fyrr í kvøld.
2) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi á Rás2 við veteranin, Rógva Weyhe, sum gekk undan at stríðast í sigrinum hjá kollfirðingum í kvøld.
Rógvi Weyhe stórfegnast um sigurin og avrikið, men heldur fyri, at ov fá stig eru komin til høldar á heimavølli, tí tað er á heimavølli, at flestu stigini mugu koma. Rógvi Weyhe vónar, at sigurin í kvøld er vendipunktið hjá KÍF.
Sigmund Nolsøe iðrar seg, men slær fast, at H71 kemur í gongd aftur ímóti StÍF komandi sunnudag.
Í Vestmanna vann Neistin 36-28 (18-16) á VÍF. Á Skála vann Team Klaksvík 28-23 (13-10) á StÍF
Støðan: