- Áhugin hjá italienarum, japanesarum, amerikanarum og nógvum øðrum útlendingum, at koma til Føroya, er veksandi, sigur stjórin í Atlantsflogi
Áhugin hjá útlendskum ferðafólki at koma til Føroya bara veksur og veksur og hann hevur kanska ongantíð verið størri enn nú.
Tað má Magni Arge, stjóri á Atlantsflog ásanna.
Í dag skipar føroyska flogfelagið á øðrum sinni fyri stórari ferðavinnustevnu í Føroyum undir heitinum ?Fly Faroe?.
Hetta er ferðavinnustevna, har føroyskir veitarar í ferðavinnuni fáa høvi at hitta útlendskar ferðasmiðir við serligum áhuga fyri at skipa fyri ferðum til Føroya.
Seinast var luttøkan góð, men í ár er luttøkan so stór, at Magni Arge er rættiliga tikin á bóli.
Luttøkan er sostatt nógv størri í ár enn seinast, tí hesuferð eru fleiri enn 100 fólk við á stevnuni og av teimum koma næstan 70 úr útlondum.
Annars eru 23 veitarar úr Føroyum við á stevnuni.
- Útlendingarnir umboða 40 ferðavinnufyritøkur í Norðurlondum, Bretlandi og Mið- og Suðurevropa.
- Men tað koma eisini ferðavinnufyritøkur úr so fjarskotnum longum sum USA og Japan til Føroyar hetta vikuskiftið.
Tiltakið er sostatt vaksið nógv meiri enn roknað var við og tað kann skjótt samanberast við Vestnorden Travel Mart, tá einir 100 gestir plaga at vitja tey trý útnorður londini Føroyar, Ísland og Grønland.
Magni Arge heldur, at hendan Fly Faroe ferðavinnustevnan, er ein hin besti sýnisgluggin hjáføroysku ferðavinnuni yvirhøvur.
Tí tað er stórur munur á Vestnorden Travel mart og hesari stevnuni.
Á Vestnorden Travel Mart eru eisini nógvir ferðasmiðir, men tað skerst ikki burtur, at teir hava størstan áhuga fyri Íslandi, harnæst fyri Grønlandi og so koma Føroyar sum ein parentes.
- Men á hesari stevnuni koma ferðasmiðir alla møguliga staðni frá, tí teir hava ein heilt serligan áhuga fyri Føroyum sum ferðamáli og tað gevur okkum heilt serstakan møguleikar at fáa nakað burturúr.
Stevnan byrjaði í gjárkvøldið við lítlari samkomu í kirkjubø, men tann stóri framsýningardagurin er í Norðurlandahúsinum í dag, leygardagin, har útlendskir ferðasmiðir og føroyskir veitarar hittast at keypa og selja ferðir, upplivilsi og aðrar tænastur.
Men má staðfestast, at umboðanin úr Suðuroy og Norðoyggjum er heldur slak.
- Tað er stórt spell, tí hetta er eitt sjáldsamt høvi hjá tænastuveitarum í Føroyum at hitta útlendskar ferðasmiðir, sum fegnir vilja selja ferðir til Føroyar.
Men á stevnuni í dag, sum byrjai klokkan 10, fer landsstýrismaðurin í ferðavinnu, Bjarni Djurholm, at halda fyrilestur og tað fara Magni Arge og onnur eisini.
Í morgin, sunnudagin, fara gestirnir so at ferðast kring landið, áðren tey fara av aftur landinum.










