Fegnast um Vargin

TíÐindaskriv

Á Restorffs eru eru tey fegin um ta góðu móttøku, sum teirra nýggja øl, Vargur, hevur fingið.
? Sølan hevur gingið væl, og tá henda vikan er komin at enda, er øll framleiðslan, 65.000 fløskur væntandi farin, sigur bryggjaríið í tíðindaskrivi.
? Reaktiónirnar hjá kundum hava verið positivar. Ølurin, gjørdur av Munchener Malti, er vælsmakkandi og sniðið við úlvinum og Óðføra frá norrønnu gudalæruni hevur vakt stóran áhuga manna millum.
Restorff letur eisni væl at søluni av teirra Jólabryggi og sjálvandi Pilsnarinum og Gullølinum sum er á flestu jólaborðum hesa tíðina.
Næsta nýggja øl- framleiðsla frá Restorff verður til várs, tá ein lættur Várpilsnari kemur á marknaðin. Onki navn er enn funnið til henda øl, so navnauppskot og viðmerkingar eru sera vælkomin.
Annars kemur Restorff skjótt við einum nýggjum Cola á marknaðin. Bryggjaríið vil fegið koma í samband við nakrar skúlaflokkar kring landið, sum hava hug at verða royndar-smakkarar.