Millum klokkan 10 og 14 í dag sendi FM1 beinleiðis úr Klaksvík í samband við, at Torradagar eru í Klaksvík í hesum døgum.
Reportararnir hjá FM1, Petur Zachariassen og Óli G. Samuelsen prátaðu við ymisk fólk kring Klaksvíkar bý.
Inni í Amarant gjørdu reportararnir hjá FM1 eina samrøðu við Jórun Høgnesen, ið hevur tikið nógv tøk sum forkvinna í Klaksvíkar Róðrarfelagi. Jórun hevur eisini sitið í Klaksvíkar kommunu fyri Tjóðveldi.
Jórun Høgnesen er sera fegin um umfatandi og drúgvu Torradaga-skránna, og hon roynir at fara til so nógv tiltøk sum møguligt.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, ið var við Jórun Høgnesen í Klaksvíks-sendingini hjá FM1.