##med2##
Einasta forkvinnan í einum Betrideildarfelagi er Doris Vang Rasmussen á Argjum, ið er forkvinna í AB.
Doris Vang Rasmussen fegnast um sjeynda plássið hjá AB í Betrideildini. Tað sá ikki gott út hjá AB í fyrru hálvu, men tilføringin av Lukas Giessing, ið er av føroyskari ætt í álopinum, og danska málverjanum, Tobias Larsen gjørdu mun fyri AB, og megnaði AB at stríða seg til 16 stig aftrat, og harvið enda væl á einum sjeynda plássi.
Doris undirstrikar, at tey í AB eru sera fegin um tað góða arbeiði høvuðsvenjarin, Sorin Anghel hevur gjørt, og tey í AB gleða seg til at samstarva við Sorin minst tvey ár aftrat.
Doris fegnast eisini um, at eykaliðið hjá AB hevur vunnið seg upp í næstbestu deildina.
Flaggskipið hjá AB fyrst í hesari øldini var kvinnuliðið, ið gjørdi mangan vørr í bestu kvinnudeildini. Doris letur upp fyri, at AB møguliga verur partur av Betrideildini hjá kvinnum aftur komandi kappingarár, men tann avgerðin er ikki staðfest enn.