Fegnast um sigurin hjá Súsonnu og viljan hjá Hávardi (FM1)

(FM1 á OYL) Hoyr Evald Rasmussen seta orð á góðu føroysku triathlon avrikini í dag.

##med2##

Súsanna Skylv vann hjá kvinnunum við tíðini 2:31:27. Hjá monnum gjørdist Andras Joensen nummar 31, Jákup Petur Eliasen nummar 38, Magni J. Hansen nummar 39 og Hávard Vatnhamar nummar 48. Gunnar Dahl Olsen fullførdi ikki.

Omanfyri ber til at hoyra eina ljóðsamrøðu við Evald Rasmussen um føroysku avrikini.

Evald Rasmussen stórfegnast um sigurin hjá Súsonnu Skylv. Evald var langt frá sigursvísur tíðliga í kappingini, men tá hann sá, at Súsanna dróg frá á renniteininum gjørdist hann sigursvísur.

Evald Rasmussen hevur bert stórar rósur at bera Hávardi Vatnhamar, ið við bert einum armi vísti ein ótrúligan vilja, og eisini ein góðan teknikk. Evald heldur eisini, at Andras Joensen gjørdi tað gott, men enn fattast Magna J. Hansen nakrar royndir, men tær fara at koma. 

##med3##

(Samrøða við Evald Rasmussen)