Samgongan hevði fyrstu viðmerkingarnar til frágreiðing løgmans á ólavsøku.
Jónleif Johannesen, Javnaðarflokkurin, brúkti Grindavísuna sum bul undir røðuni og tók grindabýti til sín og vísti á, at hendan samgongan brúkar sama hugburð.: at alt verður býtt til øll, uttan mun til, hvør megnar hvat.
Jónleif Johannesen vísti á, at eins og bøndurnir fyrr hóttu við ikkia t brúka teirra bátar at reka grind við, so vóru daprir spádómar, tá ið hendan samgongan tók við. Kortini sær hann - eisini úr sínum egna køksvindeyga - risastórar íløgur verða gjørdar í Haraldsundi.
Hann fegnaðist um risastóru samfelagsíløgurnar í samferðslu og serliga Eysturoyar- og Sandoyartunnlarnar.