Fegnast um rúspolitikkin

Pál Weihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum, fegnast um, at ein almennur rúsdrekka- og rúsevnispolitikkur nú er festur á blað og almannakunngjørdur.

Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Karsten Hansen, almannakunngjørdi í gjár nýggja rúsdrekka- og rúsevnispolitikk Føroya.

Flestu grannalond okkara hava síðstu trý til fýra árini evnað til nýggjar heildarætlanir á rúsdrekka- og rúsevnisøkinum, og í samgonguskjalinum frá november 2011 stóð eisini, at ein slíkur politikkur skuldi orðast.

Millum teirra, ið vóru til staðar til framløguna, var formaðurin í Fólkaheilsuráðnum, Pál Weihe, og hann heldur nýggja rúspolitikkin vera í tráð við tað arbeiði, sum longu hevur verið gjørt á økinum í mong ár.

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðu við Pál Weihe.