? Tað er ógvuliga gott fyri alla vinnuna í Suðuroynni, at vit nú hava fingið eitt oljuvinnuráð, ið fevnir um alt vinnulívið í oynni. Tað hevur nevniliga alstóran týdning, at øll oyggin er savnað, tá tosað verður um eina komandi oljuvinnu.
Jógvan Krosslá heldur tað vera alneyðugt við tøttum samstarvi millum syðru og norðaru hálvu av oynni, um oljuvinna gerst aktuell. Og heldur hann Suðuroyar Oljuvinnuráð vera eitt gott og avgerandi stig á leiðini, hóast hann sigur, at hetta ikki skal blandast saman við øðrum ætlanum innan eina komandi oljuvinnu.
? Tað, at oljuvinnuráðið nú fevnir um alla oynna, merkir ikki, at vit fara at broyta ætlanirnar hjá kommununi. Vit fara framhaldadi at vísa gestum úr oljuvinnuni á økið á Oyrunum, ið er okkara uppskot til eina oljuvinnuhavn, sigur býráðsformaðurin í Vági. Hann ynskir tó at leggja dent á, at neyðugt er við einum tøttum samstarvi millum kommunurnar í oynni, tá tosað verður um oljuvinnu. Tó sigur hann, at hetta ikki skal skiljast soleiðis, at neyðugt er at leggja alla oynna saman í eina kommunu. Hetta heldur hann vera óneyðugt, tí væl ber til at neyvt samstarv innan ávíst øki, uttan at kommunurnar tó skulu vera heilt tætt knýttar.
Jógvan Krosslá hevur annars ikki stórvegis viðmerkingar, men vísir á, at Suðuroyar Oljuvinnuráð er eitt stig á leiðini til eitt neyvt samstarv innan vinnuna í oynni.










