Fegnast um málið og móttøkuna frá guligans

(Ljóðsamrøður) Hoyr samrøðurnar André Olsen gjørdi við Christian Høgna Jacobsen (NSÍ) og Hjalgrím Elttør (KÍ)

Aftaná 2-2 javnleikin millum KÍ og NSÍ í Klaksvík fekk André Olsen orðið á afturkomnu, stóru hetjuna hjá NSÍ, Christian Høgna Jacobsen, sum bjargaði NSÍ eina stigið í dag. Christian Høgni fegnast um málið, og ikki minst móttøkuna hann fekk frá NSÍ viðhaldsfjøldini, tá hann kom inn á vøllin í seinna hálvleiki.

 

André Olsen fekk eisini orðið á Hjalgrím Elttør hjá KÍ, sum ikki heldur, at teir kunnu brúka tað eina stigið til nógv.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðurnar André Olsen hevði við Christian Høgna Jacobsen og Hjalgrím Elttør.