Fegnast um hvørt heiðursmerki

(Ljóðsamrøða) OYL 15: Formaðurin fyri frælsa ítróttin staðfestir, at støðið er høgt á oyggjaleikunum

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr eitt statusprát við Hall Holm, formann fyri tann frælsa ítróttin í Føroyum.

 

Hallur fegnaðist um silvurheiðursmerkið hjá Marnu Egholm á 10.000 metra teininum. Og hann hevur eisini nógv góð orð at siga um avrikið hjá Hanusi Bergsyni í spjótkasti, hóast talan ikki gjørdist um nakað heiðursmerkið.

 

Hallur heldur, at vit mugu fegnast um hvørt heiðursmerki, sum kemur í frælsum ítrótti, tí talan er um eina kapping á høgum støði, har tað als ikki er lætt at vinna.