Fegnast um fokus á Føroyar

– Vit fegnast um heiðurin, sum bókin um Koks hevur fingið. Øll slík viðurkenning og umtala hevur stóran týdning fyri føroyska ferðavinnu.

– Vit fegnast um heiðurin, sum bókin um Koks hevur fingið. Øll slík viðurkenning og umtala hevur stóran týdning fyri føroyska ferðavinnu.

 

Tað sigur Guðrið Højgaard, stjóri í Ferðaráð Føroya í sambandi við, at bókin um Koks, sum Bent Christensen hevur skrivað, í gjár fekk heiðurin »World's best Scandinavian Cusine Book« á »World Cookbook Awards«, sum var í Beijing í Kina. Bókin kappaðist við 30.000 aðrar bøkur úr 147 londum – og vann heiðurin.

 

Les eisini: Koks-bókin vann á 30.000 øðrum matbókum

 

Guðrið Højgaard sigur, at á Ferðaráðnum merkja tey vaksandi áhuga fyri matferðafólki.

 

– Hetta er eitt altjóða rák, men vit merkja tað serliga væl í Føroyum, tí vit hava okkara heilt serligu matmentan við serligum føroyskum ráðvørum, sum hava stóran áhuga í matferðavinnuni. Ikki minst arbeiðið hjá teimum á Koks hevur ment hendan áhuga fyri Føroyum, sigur Guðrið Højgaard.

 

Hon vísir eisini á, at nú er útboðið í Føroyum viðvíkjandi mati nógv størri, enn bara fyri fáum árum síðani. Og tað merkist í hesum serliga segmentinum, sum snýr seg um matferðavinnu.

 

– Vit fegnast um alla slíka positiva umrøðu av Føroyum sum ferðamál – tí tað hjálpir okkum at fáa enn fleiri ferðafólk at velja Føroyar sum ferðamál, sigur Guðrið Højgaard.