Fegnast um eitt stig á heimavølli

Toftamenn iðra seg um, at tað ikki eydnaðist í Sørvági at halda tørn um leiðsluna, sum B68 beinanvegin vann sær

Tað endaði 1-1 í Sørvági, har B68 var gestur hjá 07 Vestur.

 

Tá ið Jóhan Hendrik Ellefsen bríkslaði fyri síðstu ferð kendist tað sum um, at tað vóru heimamenninir, ið vóru nøgdari, og at B68 spælararnir iðraðu seg, og tað var eisini niðurstøðan, tá ið liðformenninir báðir eftir dystarlok saman við FM1 tóku samanum:

 

-Vit iðra okkum um, at tað ikki eydnaðist at vinna  fulla úrtøku. Vit skoraðu til 1-0, áðrenn ein hálvur minuttir var farin. Ragnar Samuelsen skoraði, og Mohamed Samba átti uppleggið, og í longum løtum kendu vit okkum at vera omaná. Tá teir so at enda spentu álopsbogan og javnaðu, so sigur tað seg sjálvt, at vit eru vónbrotnir, sigur B68 liðformaðurin Aleksandur Ó. Jensen.

 

Miðverjin Daniel Obbekjær er nú liðformaður í 07 Vestur. Aftur í dag var hann eyðsýndur leiðari, og tað var hann, sum tíggju minuttir undan leikloki og eftir framleggin og eitt sindur av aftur og fram setti bóltin í málið úr stuttari fjarstøðu.

 

-Tað var skelkur, at vit so tíðliga fingu mál ímóti okkum. Eg dugi ikki at siga, hvat tað var, sum ikki riggaði. Tað mugu vit fara at kanna, tí tað eigur ikki at koma fyri, at mótstøðuliðið skorar beinanvegin. Tað hevði stóran týdning fyri restina av dystinum. Tíbetur eydnaðist tað at javna til 1-1. Og tá ið vit líta aftur á, so kunnu vit ikki annað enn vera nøgdir við úrslitið, sigur Daniel Obbekjær.