Fegnast um avlop men undrast á skattalætta

Páll á Reynatúgvu, tinglimur fyri Tjóðveldisflokkin, er sum heild rímiliga væl nøgdur við fíggjarlógaruppskotið fyri 2007. Hann undrast tó serliga á ætlaða skattalættan, sum hann heldur kemur í skeivu løtu. Annars fegnast hann um økismenningina. Páll vónar, at breið semja kann fáast um ein útreiðslukarm, sum skal vera galdandi tvørtur um samgonguskifti. Eisini vónar hann, at blokkstuðulin verður niðurlagaður, nú avlop er á fíggjarlógini. - Vónin er, at blokkstuðulin er burtur um 10 ár, sigur hann.

Sosialurin hevur sett seg í samband við Páll og biðið hann gjørt viðmerkingar til uppskotið til fíggjarlóg 2007.
- Yvirskipað eru vit glaðir um at fáa avlop á fíggjarlógina. Vit halda tó, at tað eigur at vera møguleiki fyri at fáa avlopið enn størri.
- Eg haldi, at tað eru nógvar rættar raðfestingar í uppskotinum. Millum annað er økismenningarperspektivið gott og rætt, haldi eg. Tað er eisini gott, at mentannargrunnurin verður styrktur, sigur Páll.

Hóast hann er væl nøgdir við hesar partarnar av uppskotinum, so eru eisini ávísir partar í uppskotinum, sum Páll ikki er nøgdur við:
- Vit eru mest ónøgdir við ætlaða skattalættan. Eg dugi ikki at skilja ætlanina við honum. Um grundgevingin fyri skattalættanum er at fáa búskaparhjólini at mala skjótari, so haldi eg ikki, at løtan er røtt til skattalættan. Búskaparhjólini koyra nóg skjótt, og tey kunnu skjótt gerast ovurhitað.
- Peningurin átti heldur at verða nýttur til sosiala umraðfesting. Eitt hjartamál er at betra um barsilsskipanina við at longja um burðarfarloyvið - bæði hjá mammuni og pápanum.
- Støðan hjá teimum lægstløntu fyritíðarpensjónistunum er heldur ikki nøktandi. Sum nú er, eru fýra pensjónsstig hjá fyritíðarpensjónistum, og veitingin til tað lægsta stigið er ikki nøktandi. Vit mæla til, at lægsta fyritíðarpensjónistastigið verður hækkað til miðalstigið á eitt tíðarskeið yvir tvey ár. Sostatt verða einans tvey stig og ikki fýra, sum nú er, sigur Páll.

Annars er Páll á Reynatúgvu sera væl nøgdur við uppskotið, og hann leggur ikki eftir nøkrum ávísum í samband við uppskotið.
- Tjóðveldisflokkurin hevur verið við í arbeiðinum at fyrireika uppskotið, so tað hevði verið løgið, um vit ikki vildu kenst við barnið nú, tá ið tað er almannakunngjørt. Vit vilja fegin arbeiða fyri einari breiðari semju, so at fíggjarlógin kann koma í ein tryggan karm.
Persónliga er Páll á Reynatúgvu eitt sindur vónbrotin av, at Sandoyggin ikki hevur fingið so nógvan ans í politisku raðfestingunum. Hann fegnast um, at Løgtingið hevur arbeitt fyri at menna útjaðarin, og eisini fegnast hann um framgongdina í Suðuroynni. Men Páll heldur, at Sandoyggin er dottin burtur ímillum í hesari menningini.
- Suðuroyggin hevur fingið Hovstunnilin, Smyril og ætlaða miðnámsskúlan, og tað fegnist eg um. Men Sandoyggin manglar umsorgan frá samgonguni. Grundgevingin hjá samgonguni at strika listaskúlan var Sandoyartunnilin, men har gongur ikki framá. Dalstunnilin er eisini vorðin strikaður. Hetta er eitt afturstig fyri Sandoynna, ljóðar hjartasuffið frá Páll á Reynatúgvu.

Góða búskaparliga gongdin í samfelagnum hevur eisini ført við sær lagaligari lámstreytir. Bankarnir hava seinastu tíðina givið lagaligar afturgjaldstreytir, og eisini eru nýggj tilboð um kreativar lánsmøguleikar komin.
- Vit eru eitt sindur ræddir fyri gongdini við stóru upptøkuni av lánum. Skuldarbindingin hjá tí einstaka verður høg. Ungar familjur binda seg til sethúsalán áljóðandi 2,5 milliónir, og pensjónistar hava nú eisini møguleika at seta húsini í lán av nýggjum.
- Í longdini er hetta ikki sunt fyri tann einstaka. Fólkið verður ikki so frælst, um tað verður bundið at stórum lánum alt lívið. Hetta kann gerast ein stokkut gleði, og vit mugu verða varug við, hvat tað kann gera við samfelagið í síðsta enda.
Summi vilja kanska samanbera samfelagið í dag við Føroyar áðrenn kreppuna, tá ið nógv lán vórðu tikin, og búskapurin gjørdist ovurhitaður. Páll dugir eisini at síggja líkheitirnar:
- Tað kunnu vera tekin, sum líkjast kreppuni. Vit hava jú sæð fyrr, at landið hevur yvirtikið bankan og soleiðis tikið skuldina. Hervið skal ikki sigast, at bankin er illa fyri nú, men vit liva við einum skiftandi búskapi, sum er bundin at náttúrutilfeingi.

Tjóðveldisflokkurin arbeiðir fyri at fáa eina semju um ein útreiðslukarm. Soleiðis kann fíggjarlógin verða løgd í eina fastari legu við tað, at útreiðslukarmurin verður galdandi tvørturum samgonguskifti.
- Vit kundu hugsað okkum, at allir partar í Løgtinginum funnu semju um ein útreiðslukarm, sum skal vera galdandi, hóast samgonguskifti verður. Útreiðslukarmurin skal seta eitt mesta tal av vøkstri á útreislunum á fíggjarlógini hvørt ár. Soleiðis sleppa vit undan yvirbjóðingarpolitikki. Hetta kann eisini seta okkara búskap í ein meira støðugan karm, sigur Páll.

Samanumtikið er Páll rímiliga nøgdur við búskaparligu atlitini í fíggjarlógaruppskotinum. Honum dámar væl, at teir ikki seta meira ferð á miðstaðarøkið men heldur styrkja um útjaðarastøðuna.
Í høvdinum á Páll er tað serliga skattalættin í fíggjarlógaruppskotinum, sum vendir skeivt.
Afturat øllum hesum hevur Tjóðveldisflokkurin sum yvirskipað mál at fáa Føroyar sjálvberandi, og Páll sær møguleikan fyri at flyta Føroyar nærri at hesum málinum:
- Tíðin er komin til eina niðurlaging av blokkstuðulinum, nú vit hava avlop á fíggjarlógini. Eg haldi, at vit skulu miðja eftir at fáa blokkstuðulin burtur á eitt tíðarskeið áljóðandi 10 ár.
Páll sær møguleikan fyri, at hinir flokkarnir taka undir við hesum.
- Um flokkarnir standa við teirra útsøgnir, so verður trupult hjá teimum at renna undan veruleikanum, sigur Páll á Reynatúgvu.
Annars fegnast hann um avlopið, og hann vónar at fáa semju um ein fíggjarkarm yvir fleiri ár.
- Tjóðveldisflokkurin ætlar í øllum førum at fara í eitt samstarv við hinar flokkarnar til tess at finna eina góða loysn á hesi málini, sigur Páll á Reynatúgvu at enda.