Fegnast um at samgongan lurtaði eftir teimum

Jólagávan varð ikki so ring sum upprunaliga ætlað

Ístaðin fyri at fáa eina rokning upp á 11,5 milliónir, verður rokningin bara upp á 3,5 milliónir. Tað staðfesta tey í Landsfelag Pensjónistanna og tey fegnast um, at hóast alt fingu pensjónistar ikki ein so harðan lúsing frá samgonguni, sum upprunaliga ætlað.

Samgongan hevur broytt gjaldið til heilsutrygd soleiðis, at tað nú hækkar úr 0,6 prosent av inntøkuni, upp í 0,7 prosent og tað fer at geva Heilsutrygd eina eyka inntøku upp á 3,5 milliónir.

Men harafturat var ætlanin hjá samgonguni at eisini, at tilskotið frá Heilsutrygd til heilivág, skuldi minka, soleiðis at heilivágur fór at vera munandi dýrari. Tað hevði givið Heilsutrygd eina sparing upp á átta milliónir.

Men eftir trýst frá fleiri politikarum og felagsskapum, varð tann ætlanin slept og sostatt varð jólagávan ikki heilt so ring, sum upprunaliga ætlað, siga tey í Landsfelagnum hjá pensjónistunum.

– Í staðin fyri at turka eina sparing uppá tilsamans 11,5 milliónir upp í okkum øll, er upphæddin komin niður á 3,5 milliónir. Bakkaláarin gjørdist ikki so meinur, sum tað kundi havt endað við, høvdu politikarar ikki lurtað eftir okkum, siga tey í Landsfelagnum hjá pensjónistunum.

Tey vísa eisini á, at tey hava gjørt Løgtinginum greitt, at tey hvørki tóku undir við ætlanini um at hækka gjaldið, ella við ætlanini um at lækka tilskotið.

– Tað gleðiliga í øllum hesum er, at løgtingið hevur lurtað eftir ynskinum hjá Landsfelag Pensjónista, um ikki at røra við tilskotið hjá Heilsutrygd til heilivág, leggja tey afturat.