Fótbóltur
- Sjálvandi vilja vit eisini hava sterkasta møguliga landsliðið, men tað er nú einaferð so, at A-landsliðið er A-liðið, meðan vit eru B-liðið at kalla. Og eg haldi eisini at tað væl og virðiliga prógvar nyttuna í U21-liðnum, at vit til komandi uppgávurnar mugu vera seks spælarar fyriuttan.
Soleiðis sigur Heðin Askham, sum saman við Bill McLoud Jacobsen er venjari hjá føroyska U21-landsliðnum í fótbólti.
Teir báðir hava nú úttikið hópin til dystirnar móti Azerbadjan og Grikkalandi, sum báðir verða á útivølli ávikavist 6. og 9. september.
Leif Niclasen, Jóhan Troest Davidsen, Jónas Tór Næs, Bogi Løkin, Arnbjørn Hansen og Andrias Lava Olsen eru allir uppløgd evni til U21-liðið, men felags fyri teir seks er, at teir eru at síggja í A-landsliðshópinum.