Undangongufólk
Tá ið Hans Pauli Strøm fekk umsóknina frá Alzheimer felagnum um at fíggja eina miðstøð fyri minnisveik í Havnini, saman við Tórshavnar Kommunu, var tað skjótt at niðurstøðan varð at hetta var eitt tiltak, sum tað var vert at stuðla.
Sum greitt er frá í aðrari grein. er talan um eina tvey ára royndarverkætlan og hvat víðari hendir, verður so tikið upp aftur, tá ið royndartíðin er liðug í 2006.
Eins og greitt er frá í hinari greinini, er talan um at gera eina miðstøð fyri minnisveik og teirra avvarðandi.
? Eg kann ikki annað enn fegnast um, at tað eru einstaklingar, sum ganga á odda og taka stig til ymisk tiltøk, sigur Hans Pauli Strøm.
Hann sigur, at veruleikin er, at tað eru nógv góð tiltøk, sum eru byrjað við, at einstaklingar hava gingið á odda og hava síðani drigið tað almenna aftaná sær.
? Sostatt eru nógv tiltøk fingin á føtur, sum annars kanska ikki høvdu sæð dagsins ljós, ella í øllum førum høvdu verið seinkað.
Men sjálvandi skal støða í hvørjum einstøkum føri takast til um talan er um eitt gagnligt tiltøk, tí vit mugu eisini hava í huga, at tað er skattaborgarans peningur, vit umsita.
Hans Pauli Strøm leggur kortini dent á, at hóast tað í mongum førum eru einstaklingar, sum ganga á odda, má hetta ikki brúkast sum ein umbering hjá tí almenna at sleppa sær undan teimum skyldum, tað almenna hevur.
?Men við tiltøkum sum hevur, eru einstaklingar við til at vísa á gongdar leiðir og tað er ikki annað enn at fegnast um, sigur landsstýrismaðurin.
Vánaligar umstøður
Hann ásannar, at umstøðurnar hjá teimum minnisveiku eru alt annað enn góðar.
?Tað eru alt ov fá røktarheimspláss og støðan hjá teimum, sum búgva heima, eru eisini sera vánaligar.
? Tí er tað at fegnast um, at Alzheimer felagið tekur stig til eitt dagtilboð, har endamálið er at stimbra tey minnisveiku, fyri at royna at varðveita tann førleika, tey hava og fyri at tey kunnu hava samband við onnur.
Samstundis letur eitt dagtilboð til minnisveik upp á Tjarnargarði, og tað fær eisini fígging á fíggjarlógini, sigur Hans Pauli Strøm.