TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj og hoyr løtuna, tá Bjørk Herup Olsen og Marna Egholm fóru upp á heiðursmerkjapallin at taka ímóti bronsumerkjunum í liðkappingini í hálvum marathon.
Ein gleðilig bronsa fyri frælsa ítróttin, ikki minst aftaná hørðu kappingina hjá Marnu Egholm, sum mátti gjøgnum nógv fyri at fullføra teinin.