Fegnaðust um eftirlønar- og skattapolitikkin

Landsfundur Fólkaflokksins var leygardagin , og fundurin viðgjørdi fleiri av teimum yvirordnaðu málum, sum samgongan arbeiðir við. Serliga fegnaðist fundurin um eftirlønar- og skattapolitikkin hjá samgonguni.

Landsfundurin fegnast um, at verkalønin nú fyri fyrstu ferð í 15 ár sleppur undan toppskatti, og sum saman við lønar- og fíggjarpolitikkinum annars heldur almennu útreiðslunum á sama støði, so at arbeiðsloysið í Føroyum er lægri enn í okkara grannalondum.

Týdningarmikið at fremja einskiljingarnar
Somuleiðis ásannaði fundurin, at tað hevur stóran týdning at fáa framt ætlaðu einskiljingarnar av almennu partafeløgunum, og at ein breið undirtøka verður tryggjað av tilgongdini í hesum sambandi. Eisini helt landsfundurin, at tað er umráðandi, at tað verður borið skjótt at við eftirlønartrygging fyri arbeiðsmarknaðin og lógum um nýggjan bústaðarpolitikk.
Nøkur onnur mál, sum landsfundurin tók undir við, og sum samgongan arbeiðir við, eru eitt nú yvirtøkulógin, so at løgtingið einsamalt kann yvirtaka øll málsøki fram til fullveldi. Lógin um fjølmiðlaábyrgd er tað fyrsta dømið um hetta, og Fólkakirkjan verður tað næsta.
Eisini tók fundurin undir við, at landsstýrið í august mánað skrivaði undir fríhandilssáttmálan við Ísland, sum gevur føroyingum ein væl størri heimamarknað.
Á landsfundinum var eisini ein gestarøðari, og tað var Mart Laar, sum var fyrsti forsætisráðharrin í tí frælsa Estlandi. Mart Laar var eisini upphavsmaður til skipanina við eindarskatti, sum nú er í 10 evropeiskum londum.