Í gjárkvøldið gjørdist greitt at toppskjúttin hjá FC Suðuroy, Patrik Johannesen hevur valt at skifta aftur til barndómsfelagið TB. 18 ára gamli, Patrik Johannesen hevur skotið 11 mál í 18 dystum fyri FC Suðuroy í ár. Patrik Johannesen er sonur til Jón Johannesen, sum í fyrru hálvu hevur verið venjari hjá FC Suðuroy.
Men Norðlýsið skrivar í dag, at Jón Johannesen og FC Suðuroy nú hava valt at steðga samstarvinum, av tí at tíðin var komin til hetta.
Tað er enn ikki greitt, hvør verður venjari hjá FC Suðuroy í seinnu hálvu.