Tað var ikki uttan stríð, at Roger Federer í nátt vann seg í hálvfinaluna í US-Open í tennis. Svenski Robin Söderling var annars greitt við undirlutan, men seinasta partin av dystinum trýsti hann veruliga Federer í botn. Dysturin endaði tó við 6-0, 6-3, 6-7, 7-6 sigri til Federer, sum fyri 22. ferð á rað er í finaluni í eini Grand Slam kapping. Ikki síðani French Open í 2004 er Federer endaður aftan fyri fremstu fýra í eini Grand Slam.
Hetta er met í sjálvum sær, og samstundis roynir Federer at seta met í US-Open. Talan var í nátt um 39. Sigurin á rað hjá honum í kappingini, og stendur hann aftur við steypinum hesaferð, er talan um sætta US-Open heitið hjá honum á rað.
Í hálvfinaluni skal Federer dystast við Novak Djokovic úr Serbia, sum er styrkismettur sum nummar fýra.