Heimsins sterkasti tennisspælarin, Roger Federer úr Sveis, vann mánanáttina US Open. Federer spældi finalu ímóti amerikanaranum Andy Roddick, og Federer vann 3-1. Fyrsta settið vann Federer sannførandi, men so svaraði Roddick aftur í øðrum setti og vann 6-4. Triðja settið var javnt, men Federer vann at enda 7-5, og so setti hann eitt ordans punktum við 6-1 í fjórða settinum. 23.000 áskoðarar vóru til finlauna, har 25 ára gamli Roger Federer enn einaferð vísti, at hann er sterkasti tennisspælarin í heiminum.