Roger Federer er ítróttarfólkið, ið hevur forvunnið sær mest pening farna árið.
Tað vísir árliga uppgerðin yvir 100 mest forvinnandi ítróttarfólkini, ið amerikanska blaðið Forbes letur gera.
Hetta er fyrstu ferð, at ein tennisleikari liggur ovast á listanum, ið telur saman lønir, kappingarvinning, sponsoratir og aðrar inntøkur.
Federer forvann um 711 milliónir krónur frá 1. juni 2019 til 1. juni 2020, men tað er ikki orsakað av kappingarvinningi, at hann liggur á fremsta plássi, tí samlaða kappingarinntøkan hjá honum farna árið var "bert" 24 milliónir krónur. Hinvegin eru tað sponsoravtalurnar, ið hava givið gott avkast. Serliga er tað avtalan við japanska klædnaframleiðaran, Uniqlo, ið hevur munað á kontuni.
Christiano Ronaldo, sum lá á fremsta plássi í fjør, liggur nú á øðrum plássi, og honum á baki koma Lionel Messi og Neymar. Tilsamans 14 fótbóltsleikarar eru á listanum.
Tað eru serliga íðkarar innan kurvabólt og amerikanskan fótbólt, ið gera seg galdandi á listanum við ávíkavist 35 og 31 leikarum.
Vanliga eru nógv flest mannfólk á listanum, og soleiðis er eisini hesaferð, tí bert tvær kvinnur eru at finna - báðar innan tennisítróttina.
Onnur er japanska Naomi Osaka, sum vann US Open í 2018, og hin er Serena Williams, sum í tvey áratíggju hevur meira ella minni rátt fyri kvinnutennisítróttini.