Federer hevur beina kós

Roger Federer hevur fingið sannførandi byrjan í Wimbledon tenniskappingini, ið verður hildin í Onglandi í hesum døgum. Federer hevur spælt fýra dystir, og enn hevur hann ikki tapt eitt sett. Mánadagin vann Federer 3-0 ímóti Tomas Berdych, og sum Federer spælir í løtuni, er lítið at ivast í, at hann fer at vinna Wimbledon-kappingina. Federer hevur vunnið Wimbledon seinastu trý árini, og hann liggur ovast á heimsstyrkislistanum. Næsti dysturin hjá Federer er ímóti Mario Antic, sum er seinasti spælarin, ið hevur vunnið á Federer í dysti á grasi  tað var í 2002.