Tennisspælarin, Roger Federer, verður nú heiðraður í heimlandinum, Sveis, har hann framyvir verður at síggja á einari av myntunum í landinum.
Tað verður 20-sveisarafrankin í silvur, sum frá í januar fer at verða prýddur við Roger Federer meðan hann er í ferð við at sláa eina bakhond. Seinni verður hann eisini at síggja á 50-sveisarafrankinum í gulli.
- Takk, Sveis, fyri hesa ótrúligu æru og framíhjárætt, skrivar Roger Federer á instagram.
Hann verður fyrsti núlivandi persónur í Sveis, sum verður at síggja á einari almennari mynt í landinum.
38 ára gamli Roger Federer er ein av stóru hetjunum í Sveis. Hann hevur vunnið 20 Grand Slam-kappingar og verður av mongum mettur sum hin besti tennisspælarin í søguni.











