Federer aftur á toppinum

36 ára gamli tennisspælarin vann Australian Open og heldur fram at betra um ótrúliga metið.

Helst besti mannligi tennisspælari í søguni, Roger Federer, vann í morgun sín 20. Grand Slam-kapping, tá ið hann vann finaluna í Australian Open 6-2, 6-7, 6-3, 3-6, 6-1 ímóti Marin Cilic úr Kroatia.


Hetta var sættu ferð, at 36 ára gamli sveisarin vann Australian Open, og 20 Grand Slam-sigrar er greitt tað mesta, ið nakar hevur vunnið. Næstflestar hevur spanski Rafael Nadal vunnið. Hann hevur vunnið 16.


Peningaupphæddirnar í tennis eru størri enn nakrantíð, og fyri sigurin í gjár fær Roger Federer heili 19,4 milliónir krónur. Somu upphædd fær danske Caroline Wozniacki fyri finalusigurin í somu kapping ímóti Simonu Halep leygarmorgunin.