Federer aftur á tindinum

Tað vóru nakrir klassikarar í finalunum í Australian Open.

Finalur í ársins fyrstu grand slam-kapping í tennis, Australian Open, hava verið í gjár og í dag. Tað var næstan sum í gomlum døgum, hevur ein hug at siga, tí luttakararnir í finalunum vóru vælkendar uppgerðir innan tennis.


Hjá monnunum hittust Roger Federer og Rafael Nadal, meðan Williams-systrarnar, Serena og Venus, hittust í kvinnufinaluni. Kvinnufinaluna í gjár vann yngra systurin, Serena, við 6-4, 6-4.


Mansfinalan varð spæld í morgun føroyska tíð, og hetta var ikki færri enn 35. ferðin, at Roger Federer og Rafael Nadal hittust í einum tennisdysti. Federer vann tøttu finaluna 6-4, 3-6, 6-1, 3-6, 6-3.


35 ára gamli Roger Federer hevur nú vunnið 18 grand slam-kappingar. Tað er tað mesta í søguni, og hann er samstundis tann næstelsti, ið hevur vunnið eina grand slam-kapping. 30 ára gamli Rafael Nadal hevur vunnið 14.