Nýggj stakfløga verður nú útgivin til frama fyri Reyða Kross. Tað eru Ólavur Højgaard, og sonur hansara Rúni W. Højgaard, ið tóku stig til hana.
- Eftir at ódnin rakti Haiti, fyri eini tíð síðani, føldu teir, at tað var neyðugt at gera okkurt fyri at hjálpa fólki í neyð, og settu sær síðani fyri at hjálpa Reyða Krossi, sigur Tutl, sum gevur fløguna út.
Sjálvur sigur Ólavur , at hann gjørdi lagið á fløguni fyri einum 35 árum síðani, men at hann mestsu hevði lagt tað aftur á hyllina, tí hann væntaði ikki, at tað nakrantíð fór at verða til nakað.
Men seinni vórðu orð sett til lagið.
- Boðskapurin er í roynd og veru ein staðfesting av støðuni í heiminum: Summi hava nógv og onnur hava einki.
- Náttúruvanlukkur, hungursneyð og kríggj gera sítt til, at meiri enn helvtin av heimsins íbúgvum hava eina vánaliga tilveru og liva undir trongum korum.
- Vit, sum eru so heppin við møguleikum til eina góða tilveru, kunnu taka saman tøk, so at tey ið ikki hava so nógv, eisini fáa, sigur hann
Á Reyða Krossi eru sera takksom fyri fløguna, sum tey kalla eina stóra gávu.
Allur peningur, sum kemur inn, fer óskerdur til Reyða Kross í Føroyum.