FCM vil ikki leysgeva Sonna Ragnar til U21 landsliðið

Føroyska U21 landsliðið verður uttan verjukempuna Sonna Ragnar Nattestad, tá Føroyar og Týskland bresta saman fríggjakvøldið.

 

FC Midtjylland ikki eru sinnaðir at leysgeva Sonna Ragnar til dystin, tí hann er júst komin aftur frá einum lýskuskaða. Leiðslan í FC Midtjylland vil tryggja sær, at føroyski miðverjin ikki fær nakran skaða, nú hann nærkast besta liðnum hjá danska oddaliðnum.

 

Sostatt verður føroyska U21 landsliðið uttan René Shaki Joensen(Brøndby IF) og Sonna Ragnar Nattestad til U21 landsliðsdystin móti Týsklandi. René hevur spælt fast á vinstra bakki, meðan Sonni Ragnar hevur spælt í miðverjuni.

Sjálvur dysturin verður fríggjakvøldið um eina viku  á Tórsvølli.