Sonni Ragnar Nattestad skal komandi ár spæla við AC Horsens í næstbestu deildini í Danmark. 20 ára gamli miðverjin verður útleigaður frá superligafelagnum FC Midtjylland, sum hevur fimm ára sáttmála við føroyska landsliðsspælaran.
Sonni Ragnar Nattestad hevur fingið seg royndan á besta liðnum hjá FC Midtjylland, men tað hevur ikki eydnast honum at vinna sær fast pláss í miðverjuni. Tí velur felagið nú at útleiga Sonna Ragnar, so hann kann mennast til ein framtíðar miðverjan í felagnum.
- Vit trúgva nógv upp á Sonna Ragnar ov vit hava ein langan sáttmála við hann. Vit vóna, at hann við at verða útleigaður kann koma nærri tankunum um at byrja inni hjá okkum, sigur Brian Priske við heimasíðuna hjá felagnum.
Brian Priske sigur víðari, at Sonni Ragnar manglar tað seinasta fyri at bjóða av á besta liðnum hjá FC Midtjylland, og at felagið altíð arbeiðir miðvíst við at gera spælarar klárar til besta liðið. Sonni Ragnar Nattestad hevur verið fastur maður á U21 landsliðnum og fingið sínar fyrstu minuttir á A-landsliðnum seinastu tvey árini.
FC Midtjylland kann í vetur biðja um at fáa Sonna Ragnar aftur úr leigusáttmálanum.