FCK á veg í lovaða landið

Donsku meistararnir vunnu sær gott útgangsstøðið í Champions League í kvøld

Fyrru uppgerðirnar í seinasta undankappingarumfarinum av Champions League kappingini vera hesa vikuna leiktar.

 

Í kvøld vóru fleiri dystir leiktir, har millum annað donsku meistararnir úr FCK hava spælt.

 

Teir tóku á heimavølli móti kýpriotisku meistarunum úr Apoel Nicosia. Tað eydnaðist FCK at vinna sær gott útgangsstøðið til seinnu uppgerðina, sum verður leikt á Kýpros um eina góða viku.

 

FCK vann dystin í Parkini í kvøld 1-0 við máli frá serbiska áleyparanum, Andrija Pavlovic, sum hann skeyt stutt áðrenn hálvleik.

 

Sum heild var talan um uppibornan sigur, og donsku meistararnir úr FCK kunnu bert iðra seg um, at sigurin í kvøld ikki varð størri.

 

FCK fær tó ein truplan útidyst um eina viku, tá teir skulu spæla á Kýpros. Kýpriotiska liðið er kent fyri at hava ein heimavøll, ið minnir um ein heksaketil, har fá lið fáa nakað burturúr.

 

Men eydnast tað FCK at vinna ella spæla tann dystin javnt, kemur FCK í bólkaspæli av Champions League.

 

Av øðrum dystum sum hava verið leiktir í seinasta undankappingarumfarinum av Champions League, vann Manchester City 5-0 útisigur ímóti Steaua Bukarest í Rumenia, meðan Ajax spældi 1-1 á heimavølli móti russiska FC Rostov.

 

Úrslitini í kvøld:

Ajax – FC Rostov 1-1

Dinamo Zagreb – Red Bull Salzburg 1-1

FCK – Apoel 1-0

Steaua Bukarest – Manchester City 0-5

Young Boys – Monchengladbach 1-3