FCK vann í Prag

Donsku meistararnir úr FCK vunnu í gjár imponerandi tryggan sigur á útivølli móti kekkiska Sparta Prag. Stóra spælarin í dystinum var Dame N’Doye, sum skeyt tey fyrstu málini, umframt at hann eisini var maðurin, sum vann brotssparkið, sum Jesper Grønkjær umsetti til 3-0. Við hesum er FCK við í knockout-partinum, tá farið verður endaliga part av European League til várs.