FCK vann nýklassikaran

Brøndby skuldi gera eina seinastu roynd at bjarga árinum, sum longu mest sum er farið, tá teir vitjaðu í Parkini hjá FCK. FCK hevur í ár verið mest sum einaráðandi í donsku SAS-liguni, og sunnudagurin varð einki undantak í so máta. Við tveimum málum frá Marcus Allbäck og einum frá Martin Bergvold beindu vertirnir allan iva av vegnum, og so hjálpti tað lítið, at Henrik Kildentoft fekk minkað um munin móti dystarenda.