Danmark
Tað er framvegis stórur spenningur um, hvør fer at verja málið hjá FCK, tá teir um knappar tríggjar vikur skulu spæla fyrsta dystin í nýggju landskappingini.
Mótstøðuliðið í fyrsta umfarinum verður Viborg, og dysturin skal sambært skránni spælast í Parkini. Málverjin hjá Viborg eitur Arek Onyszko, og tað tykist vera púra greitt, at hann verður annar málverjin í fyrsta dystinum.
Sambært donsku fjølmiðlunum eru teir í FCK leiðsluni sera spentir upp á at fáa 27 ára gamla pólverska Viborg málverjan knýttan at meistaraliðnum. Men Onyszko, sum um jóltíðir í fjør varð kosin at vera besti málverjin í superliguni, verður ein dýrur harri at fáa fatur í hjá FCK.
Í fjør gjørdu Viborg og málverjin av at leingja samstarvið, soleiðis at sáttmálaskeiðið ikki rennur út fyrrenn á sumri í 2004. Í leiðsluni í Viborg siga teir, at allir spælararnir hjá teimum prinsipielt eru til sølu ? at keypa og selja spælarar er ein partur av tí at reka eitt fótbóltsfelag ? men teir gera samstundis greitt, at tað er eingin møguleiki fyri, at Onyszko kann flyta til FCK, uttan at meistarafelagið skal rinda nógv afturfyri.
Í FCK vilja teir ongar viðmerkingar gera til, at teir ætla at keypa pólverska málverjan. Niels Christian Holmstrøm, ítróttarstjóri í felagnum, sigur, at FCK fer at hava ein málverja, tá teir fara at spæla fyrsta landskappingardystin, og hann hevur áður sagt, at teir hava tveir málverjar í kikaranum, nú tað eftir øllum at døma sær út til, at Thomas Myhre ikki fer at halda fram í FCK.
Men FCK skal djúpt niður í lumman, um teir so avgjørt vilja hava Arek Onyszko. Sambært leiðsluni í Viborg, so kemur tað als ikki upp á tal, at teir fara at umhugsa at selja góða málverjan, um teir ikki fáa í minsta lagið fjúrtan milliónir krónur fyri hann. Hetta er so mikið, sum eingin annar spælari nakrantíð áður er keyptur og seldur fyri ímillum tvey donsk feløg.