FCK tapti stórt í Parkini

1/8-finalur í Europea League hava verið í kvøld - her síggjast øll úrslitini.

FCK stendur seg ógvuliga væl á heimavølli í evropeiskum kappingum, men í fyrru 1/8-finaluni í Europa League tapti danska liðið í kvøld stórt heima í Parkini. Mótstøðuliðið var spanska Atlético Madrid, sum vann dystin 4-1.


Heimaliðið legði seg annars á odda eftir einum korteri við máli frá tí júst keypta Viktor Fisher, men síðani fór spanska maskinan í gongd, og eftir 2-1-hálvleiksleiðslu vann Madrid-liðið 4-1. Málskjúttar vóru Saul Niguez, Kevin Gameiro, Antoine Griezmann og Vitolo.


Eitt annað norðurlendskt lið er í 1/8-finalunum. Tað er púra óvæntað svenska liðið Östersunds FK, sum eins og FCK longu er hálvt úti úr kappingini eftir 0-3-tap á heimavølli ímóti Arsenal. Har vóru málskjúttarnir Nacho Monreal, eitt sjálvmál og Mesut Özil.

 


Úrslit í fyrru 1/8-finalunum í Europa League:

 

FK Crvena Zvezda - CSKA Moskva 0-0 (týsdagin)

FC Astana - Sporting Lissabon 3-1

Borussia Dortmund - Atalanta 3-2

Ludogorets Razgrad - AC Milan 0-3

Marseille - Braga 3-0

Nice - Lokomotiv Moskva 2-3

Östersunds FK - Arsenal 0-3

Real Sociedad - Red Bull Salzburg 2-2

Spartak Moskva - Athletic Bilbao 1-3

AEK Athen - Dynamo Kiev 1-1

Celtic - Zenit Skt. Pætursborg 1-0

FCK - Atlético Madrid 1-4

Steaua Bukarest - Lazio 1-0

Lyon - Villarreal 3-1

Napoli - RB Leipzig 1-3

Partizan Belgrad - Viktoria Plzen 1-1