FC København, sum millum annað hevur føroyska Toda Jónsson i hópinum, hevur als ikki fingið nakra sannførandi byrjan upp á nýggja kappingarárið.
Við kappingarbyrjan varð annars roknað við, at FCK so avgjørt fór at teljast millum heitastu evnini til DM gullilð. Ikki tí, leikarahópurin var ikki broyttur so nógv í mun til undanfarna ár, men á beinkinum hevði felagið fingið eitt navn av teimum heilt stóru, og tey flestu væntaðu, at enski Roy Hodgson veruliga skuldi seta ferð á stigainnsavnanina.
Avgjørt á vøllinum
Nú er tað tó soleiðis, at fótbóltsdystir verða avgjørdir úti á vøllinum, og eftir at venjarin hevur sent leikarar sínar hagar, er ikki so øgiliga nógv, sum venjarin sjálvur kann gera. Heldur ikki um navnið er Roy Hodgson, og úrslitini hjá FCK hava verið lítið frægari higartil í ár, enn tey vóru í fjør.
Fyrsta dystin vunnu teir sannførandi, men síðani kom ein javnleikur og trý tap, og hetta er eingin í felagnum nøgdur við. Spælið hevur tó ikki verið av eini leið, men málini hava væntað í ólukkumát.
Tí varð fyri fáum vikum síðani gjørd avtala við svenska áleyparan, Pascal Simpson, men heldur ikki hann hevur fingið hol á, hóast tað eitt nú móti FC Midtjylland ikki skortaði upp á møguleikar.
Fáa nú málverja
Venjarin hevur nú vent eyguni móti øvugta endanum av vøllinum, har tað heldur ikki hevur staðið so væl til.
Ungi Rune Pedersen hevur teir báðar seinastu dystirnar vart málið fyri Michael Steensgaard, men eru tíðindini úr Ekstra Bladet eftirfarandi, verður avtala í næstum gjørd um at keypa eykamálverjan hjá Dundee United. Kanadiumannin, Alan Combe. Hesin kom til skotska premier league felagið fyri einum ári síðani, men hevur millum lítið og einki spælt.
Úr Skotlandi frættist, at venjarin hjá Dundee, Alex Smith, ikki avsannar tosið um málverjan, og tí verður roknað fyri vist, at avtalan fer at gerast veruleiki.
Umframt nýggjan málverja, hevur FCK eisini vent eyguni móti fyrrverandi landsliðsleikaranum, Jacob Laursen, sum seinastu árini hevur roynt seg hjá Derby í bestu ensku deildini.
Laursen, sum í fjør var liðskipari hjá Derby, hevur í summar sagt leiðsluni frá, at hann fegin vil heim aftur til Danmarkar, og tískil hevur venjarin gjørt av, als ikki at nýta hann í ár.
AGF fær brasiliumann
Eisini AGF, har Óli Johannesen telist millum leikararnar, hevur styrkt sær um hópin.
BT skrivaði í gjár, at brasiliumaðurin, Richardo Boirdeiro Silva, sum seinastu vikuna hevur vant við felagnum, verður í hópinum hjá AGF fram til vetrarsteðgin.
Í fyrstu atløgu er talan um leigusáttmála, men eru partarnir nøgdir um samstarvið, verður henda møguliga broytt til ein varandi sáttmála.
Richardo er áleypari, og í fjør skeyt hann 18 mál í 22 dystin fyri brasilska felag sítt, Gols. Einki stendur tó at lesa um, á hvørjum støði hetta felag spælir.